LØGTINGSLÓG NR. 26 FRÁ 17. AUGUST 1955 UM FØROYA NÁTTÚRUGRIPASAVN, SUM SEINAST BROYTT VIÐ LØGTINGSLÓG NR. 66 FRÁ 10. MAI 2000.
--------------------------------------------------------------------------------
Løgtingslóg nr. 26 frá 17.08.1955
Broytingar eftir 1. januar 1999 og kunngerðir
--------------------------------------------------------------------------------
§ 1. 1) Stovnað verður Føroya Náttúrugripasavn. Savnið er ogn landsins.
Inn í savnið gongur tað djórasavn, sum H.A. Djurhuus og Niels á Botni hava fingið til vega, og plantusavnið hjá Rasmus Rasmussen (Herbarium Færoense), sum hann letur til endamálið.
§ 2. Virkisevni er: a) at savna, varðveita og framsýna náttúrugripir, sum lýsa náttúru landsins,
b) at savna, varðveita og handfara náttúruvísindaligt tilfar.
§ 3. 1) 2) Savnið verður í 2 deildum:
1) Djórasavnið,
2) Plantusavnið,
undir leiðslu hvørt av sínum deildarleiðara, sum landsstýrið setir."
§ 4. Savnið liggur undir landsstýrinum, sum hevur eftirlit við tí, tess bygningum og ognum yvirhøvur.
§ 5. 1) Landsstýrið tilnevnir eftir umsókn ein av deildarleiðarunum til fyristøðufólk.
§ 6. 1) Landsstýrið ger ætlan yvir savnsins inntøkur og útreiðslur eftir tilmæli frá fyristøðufólkinum. Hon gongur inn sum deild í fíggjarlóg landsins, hevur sama roknskaparár, endurlit og góðkenning.
§ 7. 1) Fyristøðufólkið sendir fyri hvørt roknskaparár landsstýrinum frágreiðing um virki savnsins.
§ 8. Landsstýrið ger reglugerð um stýri og virki savnsins.
§ 9. Henda lóg fær gildi frá 1. januar 1956.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 5. juni 1986
--------------------------------------------------------------------------------
Endanotur
1) Broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 10. mai 2000.
2) Broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 5. juni 1986. § 2 í hesi løgtingslóg er soljóðandi: "Henda lóg kemur í gildi beinanvegin.

Lívfrøðiligt margfeldi