2010-átak - Vika 5: Hulda

31. januar 2010
Hulda (Hepialus humuli)er vanligur firvaldur í Evropa. Á meginlandinum eru kvennhuldurnar gular til brúnligar, og kallhuldurnar eru hvítar. Út á kvøldið – beint fyri dimmið – koma tær fram. Fyri at lokka kvennhuldur til sín sæst kallhuldan hanga yvir svørðinum og sveima huldisliga aftur og fram.


Í Føroyum og Hetlandi er eitt serstakt undirslag av huldu (Hepialus humuli thulensis). Kallhuldurnar hjá okkum eru ikki einans hvítar eins og tær á meginlandinum. Her eru tær alt frá ljósum til myrkar.

Másar og ternur taka huldur, tá ið tær koma fram í skýmingini. Og kanningar hava víst, at flestar myrkar kallhuldur eru, har nógv er av hesum fugli. Somuleiðis eru fleiri ljósar kallhuldur, har lítið er av hesum fugli. Vit kunnu rokna við, at ein skatumási sær betur eina ljósa kallhuldu enn eina myrka.

Liturin á einstøku hulduni verður lutvíst avgjørdur av arvaeginleikunum, og tá ið fleiri myrkar huldur koma undan og fáa avkom, verða fyri hvørt ættarlið fleiri myrkar huldur. Hetta verður nevnt “natúrligt úrval” (en.: natural selection).

Dagar til endan á 2010