![]() |
Kroppurin á lómi er mjávur, hálsurin langur og nevið klænt. Ofta setur hann nevið eitt sindur uppeftir. Tann myrkareyði liturin frammantil á hálsinum sæst bara í góðum lýsi.
Lómur er á nøgvum vøtnum, men sum oftast bert eitt par á hvørjum vatni, og tí sæst ikki so nógv til hansara. Beinini sita so aftarlaga, at hann fær ikki gingið, men má aka eftir búkinum, og tí byggir hann reiðrið so nær við vatnið, sum til ber. Meginpartin av føðini tekur lómur tó á sjónum, og tí verður hann flokkaður sum sjófuglur.
Lómur heldur til um alt póløkið og eigur allastaðni í Norðurhøvum. Føroyski lómastovnurin er sera lítil. Bert eini 25 lómapør eiga í her. Toftavatn og Fjallavatn eru tvey av vøtnunum, har lómur heldur til.
Í bútíðini er lómur serstakliga viðbrekin. Um hann verður órógvaður og noyðist at rýma av reiðrinum, er rættiliga sannlíkt, at ein svartbakur hevur tikið eggini, áðrenn hann kemur aftur á reiðrið. Tí er best at órógva lómin minst møguligt, meðan hann liggur á reiðri. Hetta er sjálvandi eisini galdandi fyri aðrar fuglar.