2010-átak - Vika 30: Børkubøndur

27. juli 2010
Heili sjey plantusløg í børkubóndaættini (Orchidaceae) finnast í Føroyum. Tey flestu av teimum eru tó sera sjáldsom.


Planturnar í børkubóndaættini eru fleiriáraurtir. Rótin er tjúkk og blómurnar sita í klasa ella aksi. Hyggur tú gjølla at teimum einstøku lítlu blómunum, sæst at blómarn er heldur sermerkt. Eitt av blómureivbløðunum er lutfalsliga stórt og vendir frameftir. Hetta blaðið verður nevnt “vørrin”. Aftantil hevur hetta reivblaðið ein mjáan, posavaksnan lut, ið nevnist “glúpurin”. Í glúpinum er hunangur, ið dregur flogkykt til, sum hjálpa plantuni við dustingini. Fruktin er eitt hylki við nógvum, evarska lítlum fræum. Børkubóndafræ er so mikið lítið, at tað onga goymsluføðslu hevur. Fræið tørvar tí hjálp frá einum serligum soppi, fyri at kunna spíra og vaksa til eina nýggja plantu.

 

Tjaldursbørkubóndi (Dactylorhiza maculata) er tann vanligasti av børkubóndunum. Hann veksur bæði á mýrulendi, í bø og í haga, tó mest niðarlaga. Bløðini eru 2-4 í tali, aloftast við brúnum blettum. Blómurnar eru ymislittar frá hvítum til myrkt reytt, men aloftast ljósar og altíð við dimmum blettum og æðrum. Blómar mai-juli.

 

Reyður børkubóndi (Dactylorhiza purpurella) er nakað størri enn tjaldursbørkubóni. Hann hevur 4-8 bløð, við ongum ella nøkrum fáum dimmum blettum nær oddinum. Blómurnar eru myrkt purpurreyðar ella ljóst reyðar, sjálvdan hvítar. Hann veksur í sandi, í bø og í haga og er sera sjáldsamur, men sæst ofta í stórari mongd, har hann er. Blómingin er í juni-juli.

Dagar til endan á 2010