Bert fáir eiturkoppar hava føroysk nøvn, so fyribils mugu vit hjálpast við tey latínsku nøvnini.
Nýggj eiturkoppasløg koma higar á ymsan hátt. Tá ið teir eru ungar, kunnu summir eiturkoppar spinna ein lítlan spunatráð, sum vindurin tekur í, so teir kunnu sveima yvir høv, og á henda hátt kunnu teir koma til Føroya. Aðrir koma higar við vøru úr útlondum; slík djór nevna vit innsløðingar. Nøkrum sløgum tørvar nógvan hita og klára seg ikki í føroyska veðurlagnum, men onnur sløg trívast væl her. Araneus diadematus vita vit ikki so nógv um, bert at slagið er funnið her nakrar fáar ferðir, og at hesir eiturkoppar helst kunnu nørast her, tí teir eiga í Íslandi.
Eiturkoppin, sum er á myndini, Araneus diadematus, fekk Randi Arge fatur á uttan fyri hús síni á Argjum 7. sept. 2009. Um náttina hevði hann spunnið stóra og sera hugtakandi runda lokkanetið, ið er so eyðkent fyri hann, fyri úthurðina, og tað var ikki so snilt. Kvenneiturkoppar av slagnum Araneus diadematus kunnu gerast upp í 14 mm, og lokkanetið hevur eitt tvørmát upp á 40 cm, so hetta er ikki eiti á eiturkoppur.
Teir flestu eiturkopparnir, sum eru skrásettir í Føroyum, kunnu síggjast á: