Náttúrugripasavnið fingið tríggjar rissospringarar

6. oktober 2009
Rissospringarar eru ikki vanligir her um leiðir. Tann 16. september varð ein bólkur á uml. 300 hvalir sæddur og rikin inn á Klaksvíkina. Hvalirnir vóru ringir at reka, og teir kavaðu leingi. Tá ið tríggir hvalir høvdu lagt beinini, var sýslumaðurin greiður um, at hesir hvalir ikki vóru grindahvalir, og tískil varð drápið steðgað, og avgjørt varð at seta seg í samband við Náttúrugripasavnið.


 

Fólk frá Náttúrugripasavninum fóru beinanvegin norður, og tey raktu við, at hetta vóru rissospringarar. Bert eina ferð áður hevur verið boðað frá, at hetta hvalaslag hevur verið her á leiðini. Tað var í summar, tá ið ein bátur undir Føroyum boðaði frá, at hann hevði sæð nakrar rissospringarar.

Teir tríggir rissospringararnir vóru tveir kallhvalir - ein kynsbúgvin og ein ókynsbúgvin  - og ein kynsbúgvin kvennhvalur.

Rissospringari Grampus griseus er eyðkendur við, at hann hvítnar eftir bakinum við aldrinum, og hetta sást klárt á tí stóra kallhvalinum. Samstundis verða øll tey ljósu arrini, ið hann fær í bardaga við aðrar hvalir, ella av høgguslokki ella súgara, verandi. Hetta ger, at hvalirnir síggja alsamt meiri skurslaðir út, sum teir eldast.

Nev hava tær ikki, og bert tenn í undirkjaftinum. Kúlan er heilt bleyt, eins og ein fótbóltur við ov lítlari luft. Siggið er bleytt eins og gel. Eitt eyðkenni er eina foyra mitt framman á kúluni. Hornið er stórt og spískt.

Kíkarnir vóru fullir av høgguslokki, ið er føðin hjá rissospringara.

Dagar til endan á 2010