
Tær góðu royndirnar, sum Náttúrugripasavnið og Jarðfeingi hava havt við heystfagnaðinum síðani 2002 hava lagt lunnar undir samstarvið millum søvnini, og útlitini fyri at tað verður væleydnað eru góð. Í næstu viku koma skúlarnir og hevur áhugin millum skúlarnar verið so stórur, at neyðugt hevur verið at víðka tiltakið við nøkrum døgum.
Hesar dagarnar koyrir savnsbussur millum søvnini, og aftan á eina laka byrjan sær tað út til, at fleiri og fleiri nýta hann.
Á Náttúrgripasavninum hevur áhugin fyri framsýningini um orku verið stórur. Orkusúkklan hevur framleitt orku, fólk hava fingið nógv at hugsa um viðvíkjandi teirra streymnýtslu. Og hvítabjørnin, ið nýtir sína orku við skili, er undrunarverd.