Veggjalýs eru komnar til Føroya

3. december 2009
Føroyingar ferðast nógv í dag. Tískil er vandin stórur fyri at fáa óynskt djór sum t.d. veggjalýs heim við sær aftur. Í Danmørk hava veggjalýs næstan verið týndar síðan uml. 1947, men broytta ferðingarmynstrið hevur fingið veggjalýsnar at kykna aftur í Danmørk, bæði á gistingarhúsum og í sethúsum.


Veggjalúsin (Cimex lectularius) er eina teka. Veggjalúsin verður sum vaksin upp móti 1 cm til longdar, og hon kann ikki flúgva. Hon er ljósskjar og fjalir seg um dagin t.d. í rivum og aftan fyri geriktir og myndir á vegginum. Um náttina kemur veggjalúsin fram at súgva blóð úr fólki, ið liggur og svevur, og síðan fjalir hon seg aftur.

Flestar tekur súgva plantusevju, men veggjalúsin sýgur blóð (sí mynd). Summi fólk kunnu gerast ovurviðkvom av bitunum, og tey fáa reyð og hovin merki á húðina, sí mynd.

Vilt tú forða fyri at fáa veggjalýs við tær heim, skalt tú t.d. ikki seta kuffertið undir seingina ella lata tað standa opið, tí so kunnu veggjalýs detta niður í kuffertið og fjala seg millum klæðini. Veggjalýs tola hvørki hita ella kulda, so seingjarklæði kunnu frystast, ella vaskast og síðan leggjast í turkitrumluna, í báðum førum við meira enn 50 hitastigum.

Hevur tú fyrst fingið veggjalýs inn um gátt, er neyðugt at fara í hernað ímóti teimum beinanvegin fyri at basa teimum. Tú skalt savna nakrar í eitt ílat og koma inn á Náttúrugripasavnið í Fútalág 40, tel. 35 23 20. Her verður tað kannað, um tað er veggjalýs, tú hevur fingið.

Dagar til endan á 2010