![]() |
Tríggir ymiskir fyrilestrar eru á skránni:
Høvi verður eisini at síggja smærri framsýningar við lutum úr føroysku náttúruni, ið lýsa læru Darwins.
Tiltakið verður í framsýningarhølunum hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð mikukvøldið 11. november 2009, kl. 19.30.
2009 serstakt Darwin ár
Tiltakið 11. november er fjórða og síðsta tiltakið í røðini, ið verða skipað í sambandi við, at 2009 er lýst sum eitt serstakt Darwin ár – tað eru 200 ársíðani Charles Darwin varð borin í heim, og 150 ár síðani bókin On the Origin of Species kom út. Og hetta vilja vit eisini hátíðarhalda í Føroyum.
Fróðskaparfelagið, Lívfrøðingafelagið og Náttúrugripasavnið hava í felag lagt eina skrá tilrættis fyri 2009, har vit á ymiskan hátt lýsa persónin Charles Darwin, læruna um lívmenning og hvønn týdning hansara arbeiðið eftirfylgjandi hevur havt á m.a. lívfrøði, heimspeki og bókmentir.
Læran hjá Darwin – at tær livandi verurnar eru vorðnar til við náttúrligari útveljing gjøgnum milliónir av árum – hevur kollvelt okkara fatan av heiminum, og hevur lært okkum at síggja okkum sjálvi sum ein part av náttúruni.