Í 1863 skrivar H.C. Müller, sýslumaður í Suðurstreymoy, at ”Helsareji forekommer ynglende paa enkelt Steder ved indsöer imellem Fjeldene”. Helsareyðarnir vóru eftir øllum at døma ikki so nógvir í tali tá, men tó vóru teir ikki so sjáldsamir sum nú á døgum; nú eiga bert uml. 10 pør her. Í 1981 stóð Føroya Náttúrugripasavn fyri eini uppteljing av føroyskum landfuglum, og tá varð komið fram til, at stovnurin var 40-50 pør til støddar.
Nógv smá, grunn vøtn eru við tíðini vorðin avveitt ella tilgrógvin, og tað hevur uttan iva havt ringa ávirkan á stovnin. Tað kann tó ikki vera øll orsøkin til ta stóru afturgongd, ið stovnurin hevur verið fyri. Átroðkandi er at staðfesta, hvat er orsøk til hesa afturgongd.
Vit mugu gera eitt eyka átak fyri – um tað er møguligt – at forða fyri, at helsareyði hvørvur úr nátturuni í Føroyum!