
Hugsandi er, at bládúgva hevur átt í Føroyum, leingi áðrenn fólk komu higar. Tær fyrstu uppskriftirnar, ið vit hava um bládúgvu, eru frá Lucas Debes í seinnu helvt av 17. øld. Dírikur á Skarvanesi hevði hana eisini við á einum av sínum fuglamyndum.
Flestar bládúgvur síggja út sum á myndini omanfyri. Einstakar hava svartar blettir á veingjunum, sum dúgvan uttast til høgru á myndini, og nakrar heilt fáar hava svartan fjaðurbúna.
Bládúgva hevur ein framúr góðan staðarsans, men hóast hetta er hon búfuglur flest allastaðni. Hon reiðrast í bjørgum, har hon ger sær bústað í urðum og holum. Men stundum kann hon finna sær bústað saman við øðrum. Eitt nú er ein dúgva sædd reiðrast saman við lunda í eini lundaholu. Eitt av stóru dúgvubølunum er á eystursíðuni á Nólsoynni.
Bládúgva reiðrast 2-3 ferðir árliga, og hon verpur sum oftast 2 egg hvørja ferð. Í bútíðini halda bládúgvurnar saman tvær og tvær, men um veturin ferðast tær í flokki.
Í Norðuratlantshavi, úr Vesturírlandi um skotsku oyggjarnar til Føroya er eitt av teimum fáu økjunum, har tamdúgvur ikki eru blandaðar við bládúgvur. Tískil er sera umráðandi at varðveita føroyska stovnin reinan. Hetta verður gjørt við at halda tamar og villar dúgvur atskildar.