Skúgvur er ein av teimum fuglum, ið bert eiga í Norðurhøvum. Stovnurin verður mettur at vera 16.000 fuglar. Av teimum eiga eini 500 pør í Føroyum. Høvuðsparturin eigur í skotsku oyggjunum (9.600 pør) og í Íslandi (5.400 pør).
Skúgvur eigur til fjals í fjallalendi, fyrr í stórum bølum, men síðan friðingin varð tikin av í 1969, hevur hann spjatt seg frá nógvum pørum í bølum til einstøk pør spjadd til nógvastaðni kring landið. Skúgvur var ein av teimum fuglum, ið nevtollur skuldi gjaldast av frá 1741 til 1866. Hetta hevði við sær, at skúvsstovnurin var komin niður á 4 pør, tá ið fuglurin varð friðaður í 1897.
Skúgvur er sostatt eitt hótt slag, ið kann veiðast alt árið. Hetta er sera misvísandi, tí skúgvur er ein ferðafuglur, ið livir úti á opnum havi um veturin; teir flestu uttan fyri Vesturevropa.
Harumframt er tað ímóti øllum nýmótans ráki, at fuglur kann veiðast í bútíðini. Hetta vísir, at okkara veiðilóg leingi hevur havt tørv á nýhugsan og dagføring.