
Náttúrugripasavnið og Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy hava tilsamans fingið fráboðanir um 43 flogmýs síðan 1964. Eisini í Grønlandi og Íslandi eru fráboðanir um flogmýs, og nakrar av teimum eru enntá komnar úr Norðuramerika.
Nøkur sløg av flogmúsum ferðast eins og fuglar, t.e. millum bøli og vetrarvist á vári og heysti. Í vetrarvistini hanga tær í dvala. Um heystið, tá ið tær skulu flúgva til vetrarvistina, er okkurt ólag komið á, tá ið kósin er sett, so tær eru farnar beint øvuta leið og eru endaðar hjá okkum.
Fimm sløg av flogmúsum eru vilst hendan vegin, og tann vanligasta flogmúsin hevur verið trøllflogmús (Pipistrellus nathusii). Av teimum 43 flogmýsnum, sum hava verið fráboðaðar í Føroyum, eru 15 eyðmerktar, og av teimum vóru 10 trøllflogmýs. Óivað eru fleiri ímillum tær, ið bara eru sæddar á flogi.
Seks av trøllflogmúsunum vórðu vigaðar. Vektin lá í miðal um 5.6 g, og kynsbýtið var javnt 3:3. Hini fýra sløgini vóru leislerflogmús (Nyctalus leisleri) (1), hýggiflogmús (Vespertilio murinus) (2), dvørgflogmús (Pipistrellus pipistrellus) (1) og niðuflogmús (Eptesicus serotinus) (1). Av teimum er leislerflogmús bert vanlig í Írlandi, men annars ikki í Evropa. Hýggiflogmús er størri enn trøllflogmús; tær tvær, ið vitjaðu her, vigaðu 8,2 g í miðal, meðan niðuflogmúsin var tann størsta við 17.8 g í vekt, og tann lítla dvørgflogmúsin vigaði bara 4.4 g.
Sært tú ella finnur tú eina flogmús, vinaliga boða beinanvegin Náttúrugripasavninum frá, tel. 35 23 20 ella 29 23 09. Ansa tær ikki at verða bitin av flogmúsini, tí hon kann vera fongd við hundaøði (Latín: rabies).