2010-átak - Vika 1: Drunnhvíti

3. januar 2010
Drunnhvíti (Hydrobates pelagicus) hoyrir til pípugluggaættina (Procellariidae). Hetta eru sjófuglar, sum liva úti á víðum havi og bara koma inn á land í bútíðini. Drunnhvíti vigar 27 g, er 16 cm til longdar og hevur eitt veingjarspenni á 37 cm. Hann er ein av minstu sjófuglum í heiminum.


Meginparturin av drunnhvíta eigur í tríhyrninginum Ísland-Lofoten-Skotland. Mett verður, at heimsstovnurin er uml. 500.000 pør, og helvtin eigur her á landi. Tó eigur drunnhvíti bert í teimum oyggjum, har eingin rotta er. Bølið í Urðini í Nólsoy verður mett at vera heimsins størsta drunnhvítabøli. Afturmeldingar av ringmerktum drunnhvítum (30.000) vísa, at nógvir drunnhvítar hava vetursetu í Suðurafrika.
Drunnhvíti hevur ein sera góðan tevsans, og hann kemur honum til gagns, tá ið hann leitar eftir føði (plantu- og djóraæti og smáir fiskar), og tá ið hann skal finna aftur til reiðrið um náttina. Drunnhvíti sæst bara í bølunum uppi á landi í bútíðini. Verður hann órógvaður, spýr hann lýsi.
Størsti fíggindin hjá drunnhvíta er rotta, og hon er orsøkin til, at drunnhvíti er horvin ella hevur verið fyri stórari afturgongd í teimum oyggjum, har ið rotta er. Rotta tekur bæði gamlan fugl, egg og pisur.
Við tað at ein so stórur partur av heimsstovninum eigur her, hava vit skyldu til at verja teirra búøki, serstakliga fyri rottu, men eisini kettu.

Dagar til endan á 2010