
Bleikja var upprunaliga bert í Leynavatni, og hon hevur livað avbyrgd í hesum vatni síðan seinastu ístíð. Síðan er bleikja slept aðrastaðni, m.a. á Mýrarnar oman fyri Vestmanna, har hon kann gerast yvir 40 cm long. Í Leynavatni verður bleikja í mesta lagi 20 cm long, og hon er funnin upp til 8 ára gomul.