2010-átak - Vika 3: Skrápur

17. januar 2010
Skrápur (Puffinus puffinus) er í ætt við havhest. Hann livir mest av fiski, høgguslokki og smáum krabbadjórum. Føðina tekur hann ovarlaga í sjónum við at stoyta seg niður og svimja eitt sindur undir vatni.


Skrápur er svartur á bakinum og hvítur undir búkinum, og á flogi kastar allur flokkurin sær samstundis á aðra liðina, so litskiftið millum svart og hvítt sæst sera væl. Hetta er eyðkenni fyri skrápaflokk.

Skrápur eigur mest í vallbergi, har hann grevur sær djúpa holu eins og lundi. Innast í holuni verpur bøgan eitt hvítt egg, sum makarnir skiftast um at bøla í einar 51 dagar, tá ið pisan kemur út. Pisan verður nevnd líri og er sera feit, næstan sum havhestaungi. Lírin er floygdur, tá ið hann er um 70 dagar gamal. Fyrr var vanligt, at menn drógu líra hesa tíðina, t.e. at teir tóku líran í holuni. Hetta verður ikki gjørt longur, men summastaðni verða floygdir lírar tiknir um náttina við lykt, meðan teir sita í holumunnanum ella í vøllinum uttanfyri.

Skrápar síggjast bert í bølunum um náttina, tá ið teir flúgva til og frá holunum. Úti á havi síggjast teir oftast í flokkum, og á sumri savnast teir í stórum flokkum á sjónum nærindis búplássinum. Skrápur er flytifuglur, sum á vetri ferðast heilt suður til havleiðirnar við Argentina.

Rotta hevur verið til stóran skaða fyri skráp, tí hon tekur bæði egg og ungar, so nú eigur hann mest í teimum oyggjum, har rotta ikki er komin enn. Framvegis eigur tó eitt sindur av skrápi í teimum oyggjum, har rotta er, men teir eiga so høgt uppi, at teir helst sleppa undan rottuni.

Størstu bølini eru helst í Skúvoynni og í Sandoynni, men vit vita ikki við vissu, hvussu stendur til við stovninum, hóast ábendingar eru um, at hann er minkaður seinastu árini. Ongar kanningar verða gjørdar, og líraveiða, sum altíð fer fram um náttina, verður ikki skrásett. Mett verður, at eini 25.000 pør eiga í Føroyum. Heimsstovnurin er 338.000-411.000 pør, og meginparturin eigur í Bretlandi og Írlandi.

Dagar til endan á 2010