2010-átak - Vika 4: Hvítravnur

24. januar 2010
Ravnur (Corvus corax) finst um alla norðaru heimshálvu. Ravnurin í Føroyum og Íslandi er eitt serstakt undirslag (Corvus corax varius); hann er hampiliga stórur, og ikki eins skyggjandi og aðrir ravnar.


Fram til miðskeiðis í 19. øld var hvítravnur vanlig sjón í Føroyum. Hvítravnurin var av sama undirslagi sum vanligi svarti ravnurin, men við úrbregði (mutation) var fjaðurbúnin á honum vorðin hvítflekkutur, eins og sæst á myndini og frímerkinum.

Hvítravnurin var serføroyskur, og enntá Charles Darwin umrøddi hann í 6. útgávu av tiltikna verkinum “On the Origin of the Species”, sum kom út í 1872.

Ravnurin varð tá í tíðini mettur at vera skaðafuglur og varð tí jagstraður. Frá 1741 til 1866 var nevtollurin í gildi, har tað varð álagt øllum monnum í aldrinum 15-50 ár á hvørjum ári at lata sýslumanninum 1 ravnanev ella 2 nev av kráku, svartbaki ella skúgvi. Brot á lógina varð sektað við bót. Eftir 1866 varð bótin avtikin, og menn fingu í staðin pening fyri at lata nev inn. Lógin um oyðing av ravni er enn galdandi (Lov nr. 34 af 11. marts 1892 om ødelæggelse af ravnenes yngel på færøerne, som senest ændret ved lov nr. 92 af 23. februar 1988 § 1 nr. 83).

Av tí, at hvítravnur var so sjáldsamur, var hann nógv eftirspurdur millum savnarar. Seinastu ferðir, hvítravnarnir vórðu sæddir, vóru í 1902, 1916, 1947 og 1965. Náttúrugripasavnið hevur í sínum kanningum funnið fram til 17 hamar av hvítravni til skjals í heiminum.

Á framsýningini hjá Náttúrugripasavninum stendur ein hvítravnur, men hann er eftirgjørdur. Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy hevur evnað hann til úr einum vanligum ravni og høsnafjaðrum.

Náttúrugripasavnið hevur gjørt eitt hefti um hvítravn, sum verður givið út í næstum.

Dagar til endan á 2010