
Ein fyribils uppgerð vísir, at 1030 fuglar vórðu ringmerktir í Føroyum 2009, og at tað snýr seg um 37 fuglasløg (sí talvuna niðanfyri). Aftur hesa ferð royndist helgolandsrúsan í Nólsoy væl. Tvey fuglasløg, sum fyrstu ferð vórðu skrásett í Føroyum í 2009, vórðu eisini ringmerkt í Nólsoy. Tað var velblái (Tarsiger cyanurus) og kinnhvítur ljómari (Sylvia cantillans).
Hevur tú sæð ella fingið fatur á ringmerktum fugli, kanst tú venda tær til Náttúrugripasavnið á tel. 327064 ella 352300. Eisini ber til at skriva okkum ein teldupost og senda hann til nolsoy@gmail.com ella gunnvort@ngs.fo.
| Fuglaslag | ringmerktir fuglar |
| Náti | 26 |
| Skrápur | 1 |
| Drunnhvíti | 27 |
| Villdunna | 24 |
| Tjaldur | 2 |
| Spógvi | 11 |
| Kjógvi | 5 |
| Fransaterna | 2 |
| Likka | 22 |
| Fiskimási | 5 |
| Rita | 20 |
| Terna | 425 |
| Lundi | 107 |
| Bládúgva | 7 |
| Snúðurkriki | 1 |
| Títlingur | 7 |
| Grátítlingur | 9 |
| Músabróðir | 25 |
| Velblái | 2 |
| Bringureyði | 13 |
| Velreyði | 1 |
| Steinstólpa | 3 |
| Kvørkveggja | 6 |
| Óðinshani | 1 |
| Heykljómari | 4 |
| Notuljómari | 7 |
| Garðljómari | 6 |
| Munkur | 19 |
| Kinnhvítur ljómari | 1 |
| Nilksljómari | 8 |
| Grannljómari | 30 |
| Leyvljómari | 13 |
| Títlingskongur | 31 |
| Stari | 29 |
| Gráspurvur | 124 |
| Bókígða | 3 |
| Fjallígða | 3 |
| Tilsamans | 1030 |