
Føroyingar hava altíð dripið nakrar døglingar, og tá hava teir meir ella minni gjørt landgongd sjálvir. Frá 1709 til 2009 løgdu 726 døglingar beinini. Suðuroyggin má liggja væl fyri í ferðingarmynstrinum hjá døglingi, tí 3/4 av øllum døglingum, ið eru dripnir her, eru komnir inn á Hvalba ella inn á Sandvík. Næstan allir døglingarnir leggja beinini her frá miðjum august til miðjan september.
Miðaldøglingur er 7-8 m langur og kann viga uml. 3 tons, og tað gevur 750-1.000 kg av tvøsti til døgurðamat. Spik er eitt natúrligt og væl dámt íkast í føroyska matarhaldið, men ikki døglingsspik, tí tað elvir til leyst lív.
Skotar hava veitt døgling, og norðmenn skutu 65.800 døglingar í tíðarskeiðinum 1882-1973. Døglingarnir vórðu skotnir uttan fyri Lofoten, vestan fyri Vesturgrønland og í gamla “Bottlenose-økinum”, ið liggur norðan fyri Føroyar og eystan fyri Eysturísland.
Í dag verður við støði í altjóða hvalarannsóknarferðunum (NASS) mett, at døglingsstovnurin rúmar uml. 40.000 hvalum, og Nevndin fyri havsúgdjór í Norðurhøvum (NAMMCO) hevur í 1995 mett, at føroyska veiðan eftir døglingi er burðardygg.
Sambært fólkatrúnni er døglingur einoygdur, men tað er ikki rætt. Døglingurin hevur tvey javnstór eygu.