![]() |
Úr bókini: Villini súgdýr í Útnorðri stendur um roysning:
Roysningur er størsti kópur í Norðurhøvum. Brimilin verður upp í 360 cm og vigar 1,9 tons, og opnan upp í 280 cm long og kann viga upp í 1,2 tons. Roysningur hevur stórar, tættar kampar, ið eyðkenna hann. Bæði á brimli og opnu vaksa tøkutenninar í yvirkjaftinum, til tær eru upp í ½ metur langar høggtenn, longri á brimlinum. Høggtenninar eru hent amboð hjá roysningi, tí umframt at brúka tær at verja seg við, brúkar hann tær eisini at krøkja seg upp á ísin við. Roysningur er snøggur, gulmorreyður og hevur ógvuliga tjúkka húð, sum um nakkan og herðarnar kann vera 2-4 cm tjúkk. Summir gamlir brimlar hava naknar blettir.
Roysningur livir av botndýrum, sum hann finnur fram á við kampunum. Hann kavar eftir føðini, tó ikki meira enn á 100 m dýpi. Føðin er næstan bara skeljadýr, sum hann er førur fyri at súgva burtur úr skeljunum, nakað av øðrum ryggleysum botndýrum, og hann tekur eisini ringkóp, granarkóp og grønlandskóp.
Í arktis er roysningur ímillum 55°-81°N. Ein stórur stovnur er í Norðurkyrrahavi. Í Norðurhøvum eru teir flestu millum Kanada og Grønland, ein lítil stovnur er undir Eysturgrønlandi, og so eru eisini nakrir fáir túsund roysningar úti fyri Norðurrusslands strondum. Nú á døgum (1993) er eisini aftur ein stovnur, sum er í vøkstri, undir Svalbarði og Frans Jósefslandi. Roysningur kann reika so langt suður sum til Norðurspania.