ST hevur lýst 2010 at verða altjóða lívfrøðiligt margfeldisár, og tí skipa Føroya Fróðskaparfelag, Lívfrøðingafelagið og Náttúrugripasavnið fyri fyrilestrarøðum.
Mikukvøldið 24. februar 2010, kl. 19.30 verða tveir áhugverdir fyrilestrar um lívfrøðiligt margfeldi. Fyrilestrarnir verða í framsýningarhølunum hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð.
Tveir fyrilestrar verða á skránni:
Anna Maria Fosaa, lívfrøðingur, PhD:
- Hví lívfrøðiligt margfeldisár í 2010?
Í fyrilestrinum verður greitt frá, hvat lívfrøðiligt margfeldi er, og hví ST hevur valt 2010 til at verða lívfrøðiligt margfeldisár. Um hvønn týdning tað hevur fyri okkara lívsgrundarlag at varðveita lívfrøðiliga margfeldið. Hvat gera vit her heima, og hvat ger Náttúrugripasavnið í hesum høpi.
Firouz Gaini, antropologur, PhD:
- Mentanarligar oyggjar alheimsins. Lívfrøðiligt margfeldi sæð úr einum mentanarfrøðiligum sjónarhorni.