2010-átak - Vika 9: Svartaklukkur

28. februar 2010
Svartaklukkur eru skordýr og eru best kenda klukkuættin í Føroyum. Navnið svartaklukka sipar til skapið og litin. Flestar svartaklukkur eru dimmar á liti við eggrundum skapi – átøkar eini klokku (klukka er sama orð sum klokka).


Svartaklukkur eru sera ymiskar í stødd. Tann minsta (Trechus obtusus) er 3-4 mm til longdar, og hin størsta, blá svartaklukka (Carabus problematicus), er uml. 3 cm long. Tað er ikki óvanligt at finna bláu svartaklukkuna innandura um heystið, tá ið hon leitar sær vetrarvist. Báðar klukkurnar síggjast ávikavist til høgru og vinstru á myndini omanfyri.

Í Føroyum eru skrásett 27 ymisk sløg av svartaklukkum. Hetta er ikki nógv, um borið verður saman við t.d. Hetland, ið er á stødd við Føroyar. Har eru uml. 62 sløg skrásett. Orsøkin til tað er, at Hetland liggur nærri evropiska meginlandinum, haðani okkara klukkur yvirhøvur koma. Í Evropa sum heild eru skrásett uml. 2.700 svartaklukkusløg.

Flestar svartaklukkur eru virknar um náttina. Dimmi liturin ger tær minni sjónligar fyri rovdjórum. Tær, ið eru virknar um dagin, hava harafturímóti ljósari og klárari litir. Svartaklukkur liva fyri tað mesta av smærri djórum, so sum hoppstertum, mottum og møðkum. Harafturat kunnu fleiri teirra eisini eta plantuføði. Verður hagi og annað lendi misrøkt, kann tað elva til, at gróðurin minkar, og jørðin turkast upp ella tærist burtur. Hettar hevur við sær, at minni verður hjá svartaklukkunum at liva av og í, og harvið verður eisini minni føði hjá fuglum. Tí hevur tað týdning at fara væl um lendið, so lívfrøðiliga margfeldið verður varðveitt.

Dagar til endan á 2010