Vanliga verða skónir bólkaðar í skorpu-, blað- og runnavaksnar skónir. Skónir vaksa á berum kletti, á viðarbulum og niðri á jørð. Í Føroyum eru yvir 500 sløg av skónum, flestu sløgini eru skorpuvaksin og vaksa á berum kletti.
Skónir tola turk í longri tíðarskeið. Hesin eginleiki ger, at tær kunna liva á støðum, har lítil og eingin annar vøkstur trívst. Skónavøkstur er tann vøkstur, ið veksur hægst til fjals, norðast og syðst á jarðarknøttinum, í oyðimørkum o.s.fr.
Skónir gerast sera gamlar, heilt upp í 5000 til 8000 ár. Summar skónir vaksa í ein runding frá miðjuni og úteftur, og tí ber til at máta diameturin á rundinginum og á tann hátt finna aldurin á skónini.
Kanningar hava víst, at tann gulgrøna landkortaskónin (Rhizocarpon geographicum) veksur frá 0,02-2 mm um árið. Vøksturin er ikki javnur gjøgnum alla æviskeiðið. Tær vaksa skjótast, tá ið tær eru yngri, og spakuligari, tá ið tær verða eldri. Broytingar í veðurlagnum ávirka eisini vøksturin.
Skónir hava gjøgnum tíðina verið nýttar til ymisk endamál. Eitt nú hevur reindýraskón (Cladonia rangiferina) havt serligan týdning sum føði hjá reindýrum. Íslendskur mosi (Cetraria islandica) verður enn nýttur í heilivági fyri hosta.
Fyrr vórðu skónir sera nógv nýttar til at lita ull og klæði við. Skónir hava í sær nógv litevni og eru tí sera hentar til hetta endamál. Í Føroyum vórðu tað serliga steinamosi (Parmelia saxatilis), korki (Ochrolechia parella) og gulaskón (Xantoria parietina), sum vórðu nýttar til at lita við.