Skráset fugl!

10. marts 2010
Nú eru vit komin væl inn í mars mánað, og veðrið er vorðið nakað lýggjari seinastu dagarnar. Hetta er tíðin, tá flytifuglarnir byrja at koma heim aftur til Føroya aftan á vetrarvist í øðrum londum.


Ymiskt er, nær teir ymisku fuglarnir koma til tey ymisku støðini í landinum. Náttúrugripasavnið er áhugað í at fáa skrásetingar av ferðafugli, og til hetta endamál er ein skrásetingarskipan gjørd á heimasíðuni, har fólk lættliga kunnu skráseta fugl.

Niðan fyri skrásetingarskemaið er ein listi yvir skrásetingar, sum higartil í ár eru innkomnar. Har sæst millum annað, at fyrsta tjaldrið í ár bleiv skrásett í Kollafirði 4. mars, meðan fyrsta tjaldrið í Norðoyggjum bleiv skrásett 8. mars – fýra dagar seinni!

Um tú ynskir at skráseta ein fugl, kanst tú fara inn á heimasíðuna www.ngs.fo. Undir teiginum til vinstru, sum kallast “Á breddanum” er eitt leinki til “Skráset fugl!”.
 
Til ber eisini at trýsta á her!

Dagar til endan á 2010