2010-átak - Vika 11: Støðugtblómandi summardái

14. marts 2010
Støðugtblómandi summardái (Bellis perennis) er ein av vanligastu plantum í Føroyum. Hann veksur í bø og haga, og er nær skyldur við rølik og baldursbrá. Fornavnið “støðugtblómandi” sipar til, at hann kann blóma alt árið. Tó blómar hann mest í tíðarskeiðinum apríl til oktobur.


“Blóman”, sum vit kalla summardái, er í veruleikanum nógvar evarska lítlar blómur – ein sokallað kurvablóma. Tað merkir, at hvør einasti lítli guli knubbi inni í miðjuni á summardáanum er ein blóma, og hvørt av teimum hvítu bløðunum úti á jaðaranum, er somuleiðis ein blóma.
Í gomlum døgum varð summardái nýttur sum heilivágur. Rasmus Rasmussen skrivar til dømis í “Gomul føroysk heimaráð” um summardáa, at hann varð nýttur í móti barnaormi. Tó skuldu tær hvítu randblómurnar fyrst ripast av, tí bert tær gulu diskblómurnar munaðu móti orminum. Pinkubørn skuldu ikki koma í samband við várgróður – har ímillum summardáa, og børn máttu ikki skrýða seg við kransum av summardáa, tí hetta kundi føra til gulusótt.

Dagar til endan á 2010