2010-átak - Vika 12: Skinfluga

16. marts 2010
Flest øll munnu kenna skinflugu – tann stóra svarta bláskyggjandi flugan, sum víggjar í fisk og kjøt, so tað eina tíð seinni fer at íða í hvítum maðkum. J. C. Svabo (1746-1824) er hin fyrsti, ið festir nakað á blað um føroyskar skinflugur í bókaverki sínum “Indberetninger fra en reise i Færøe 1781 og 1782”. Har nevnir hann “Skjinfluä musca vomitoria”.


Skinflugan kann kallast eitt nyttudýr við tað, at hon heldur náttúruna reina, við millum annað at niðurbróta deyð djór. Skinflugur eru at finna á næstan allari jarðarklótuni, og tilsamans eru fleiri enn 1000 sløg funnin, men bert 52 av teimum eru skrásett í Norðurlondum.
Tað eru ivaleyst tey fæstu, sum gáa um tað, men í Føroyum hava vit higartil skrásett 5 ymisk sløg av skinflugu. Tann vanligasta av okkara skinflugum er hon, sum vit kalla ‘vanlig skinfluga’ (Calliphora vicina). Hon er at finna alla staðni í landinum, og er frammi alt árið. Norðurskinfluga (Calliphora uralensis) líkist sera nógv vanligari skinflugu, men hon sæst bert frá seint á vári til tíðliga á heysti. Um somu tíð eru tær tríggjar: øsreyð skinfluga (Calliphora vomitoria), skortgul skinfluga (Cynomya mortuorum) og glitskinfluga (Protophormia terraenovae) eisini frammi, men hesar eru fáar í tali og ikki skrásettar á øllum oyggjunum.

Dagar til endan á 2010