![]() |
Búnin er dimmur. Í búðtíðini er gamal stari svartur og skyggir grønur og korkalittur. Seint út á summarið missir starin gomlu fjaðrarnar og fær tá ljósar og hvítar blettir, og nevið verður dimt. Ungfuglurin er grámorreyður og hevur dimt nev.
Í Norðurhøvum eru trý undirsløg av stara, og serliga er tað støddin, sum skilir greinarnar. Tann føroyska greinin (faroensis) er nakað førligari enn hinar báðar. Høvdið er størri, hálsurin tjúkkari og nevið førari. Upprunagreinin (vulgaris), sum er at finna bæði á meginlandinum og Íslandi, er hin minsta av teimum trimum. (zetlandicus), sum heldur til í Hetlandi, Fair Isle og Ytru Suðuroyggjum, er miðalstórur í mun til hinar báðar.
Stari er støðufuglur í Føroyum, men soleiðis er ikki allastaðni. Norðaliga á meginlandinum er stari flytifuglur, sum hevur vetrarvist til dømis í Onglandi og Skotlandi. Tað er tó sera sjáldan, at hesir fremmandastarar vitja til Føroya.