![]() |
Mikudagin fekk Náttúrugripasavnið boð um, at roysningurin var komin upp á land á sandinum við Ljósá. Tá fólk frá savninum komu á staðið, kundi staðfestast at hetta var Ári, tí sendarin stóð enn fastur í bakinum á honum.
Kl. 19.15 eydnaðist at festa ein nýggjan sendara á roysningin. Og kl. 19.40 varð so fyrsta signalið móttikið, tá roysningurin fór á sjógv og sendarin startaði.
So nú hevur Ári fingið nýggjan sendara. Vónandi sendir hann longri enn tann gamli.
Av tí at gamli sendarin ikki sendi meira og sá út til at hanga rættiliga leysur, varð avgjørt at royna at fáa hendur á honum. Tá Ári var komin á land aftur morgunin eftir, fóru menn frá Náttúrugripasavninum á staðið aftur. Aftan á nakrar royndir eydnaðist at fáa eina lykkju um sendaran, og hála hann leysan. Nú skal sendarin kannast nærri at vita, hví hann gavst so skjótt at senda.
Sendarin, ið er festur á roysningin, hoyrir til eina verkætlan hjá Grønlands Naturinstitut, um ferðing hjá roysningi í Grønlandi. Tað er Grønlands Naturinstitut, ið móttekur dátur frá roysninginum, og sum sendir kunning víðari til Náttúrugripasavnið. Tí kunnu tað ganga dagar ímillum, at nøkur knattstøða kemur. Men so hvørt tíðindi koma, fara vit at leggja tey út á okkara heimasíðu.