Vípa er sera eyðkend av toppinum á nakkanum. Og tað er sera várligt at hoyra vípuna láta og síggja hennara vakra leik í lofti.
Svabo skrivar í 1781-82 at: ”Vujpa sees, men kun sjelden om Foraaret”. Fyrstu ferð eitt vípureiður varð funnið í Føroyum var í 1875, men ikki fyrr enn tíðliga í 1930-unum gjørdust reiðringarnar meira regluligar. Búfjøldin hevur tó verið ógvuliga óstøðug síðani tá; frá nøkrum heilt fáum pørum onkur ár, til møguliga áleið 50 reiðrandi pør onnur ár. Síðani 1930-ini hevur vípan reiðrast á Sandoy á hvørjum ári, og á Akrabergi reiðrast tær eisini regluliga. Seinastu árini hava nøkur pør eisini havt reiður við Velbastað. Fyrsta av hesum pørunum kom á staðið 18. mars í ár.
Vípustovnarnir í Europa eru minkaðir nógv hesi seinastu árini. Nútímans landbúnaður ger tað trupult hjá vípuni at finna reiðurøkir. Veðurlagsbroytingarnar fara mest sannlíkt at hava stóra ávirkan á vípustovnarnar í Europa, og hetta fer óiva serliga at gera seg galdandi í Føroyum, sum liggja í útnyrðingshorninum hvat búplássi hjá vípu viðvíkur.
.