2010-átak - Vika 15: Kirkjubøsólja

11. april 2010
Nú blóma tær fyrstu kirkjubøsóljurnar í plantufrøðiliga urtagarðinum hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð.


Kirkjubøsólja Ranunculus ficaria er ein av teimum fyrstu plantunum at blóma í Føroyum. Hon blómar í apríl-mai, og longu nú síggjast nakrar av teimum gulu blómunum í urtagarðinum á Debesartrøð.
Blóman er gul, og bert ein er á hvørjum leggi. Bløðini eru myrkagrøn, hjartaskapað og hava langan stelk, sum er festur niðri við grundina á plantuni.
Kirkjubøsólja bleiv fyrst funnin í Kirkjubø og síðani í Tórshavn, har hon helst er innslødd fyri ikki so langari tíð síðan. Enn er hon bert funnin at vaksa millum húsa á hesum plássum. Eins og í Bretlandi er hon mest at rokna sum lok í urtagørðunum. Hon veksur annars kring alt Europa og Vesturasia og er nýligani innslødd í Norðuramerika.
Plantufrøðiligi urtagarðurin hjá Náttúrugripasavninum liggur vestan fyri framsýningarbygninin á Debesartrøð, og har vaksa á leið 150 føroyskar plantur.

Dagar til endan á 2010