2010-átak - Vika 16: Rissospringari

18. april 2010
13. apríl løgdu 21 rissospringarar (Grampus griseus) beinini í Hvalba. Hetta er triðju ferð innan fyri eitt knapt ár, at Náttúrugripasavnið hevur fingið skráseting av hesum springaraslagi. Vanliga livir rissospringari nakað sunnan fyri Føroyar. Markið fyri útbreiðsluna norður eftir gongur frá Hetland og Orknoyggjum yvir móti Bergen.


Rissospringari er eyðkendur við einum stórum horni og hvøljuni, ið viðhvørt kann vera næstan hvít og avtakin av merkjum frá bardaga. Eitt annað eyðkenni er, at kúlan hevur eina foyru mitt í pannuni, og at hon er bleyt sum ein fótbóltur, ið manglar luft.
Sum áður nevnt er hatta bert triðja ferð, at Náttúrugripasavnið hevur skrásett rissospringara. Fyrstu ferð fyri einum knøppum árið síðani, tann 28. august 2009. Tá sóu útróðrarmenn fýra smáhvalir, ið helst hava verið rissospringarar. Hin 16. september 2009 varð ein bólkur uppá umleið 300 hvalir sæddur; 3 av teimum løgdu beinini í Klaksvík. Og nú 13. apríl 2010 løgdu 21 beinini í Hvalba.
Náttúrugripasavnið hevur sostatt fingið tilfar frá 24 rissospringarum; eitt hvalaslag, sum vit ikki kenna nógv til enn, t.d. hvussu gamlir teir verða, og nær teir gerast kynsbúnir. Eins og grindahvalur og døglingur etur rissospringari høgguslokk. Tann nágreiniliga matarlepan hjá teimum, hava vit nú eisini møguleika at kanna nærri.

Dagar til endan á 2010