So er aftur tíð at fara á morsniglaveiðu!

22. april 2010
Nú tað er farið at vára, eru teir fyrstu morsniglarnir byrjaðir at gera um seg. Náttúrugripasavnið mælir fólki til at fara í hernað móti hesum óbodna gesti. Morsnigilin nørist sera skjótt, og tí er neyðugt at byrja beinanvegin, um tað skal bera til at halda honum niðri. Snigilin ger stóran skaða í urtagørðum, tí hann etur næstan alt, sum fyri er.


Hann er lættur at kenna, tí hann er skínandi og javnt morreyður. Tó kann hann vera ymiskur á liti frá morreyðum til ljósagult, og teir ungu morsniglarnir eru meira gjøgnumskygdir. Snigilin kann gerast upp í 15 cm langur.

Umráðandi er at seta fellur upp ella gera onnur tiltøk, so skjótt teir fyrstu smáu ókynsbúnu sniglarnir koma fram. Verða sniglarnir fyrst kynsbúnir, kunnu teir gerast fleiri túsund í tali, sum summarið líður.
Alt grannalagið má ganga saman um at týna morsnigilin, um tað skal muna.
 
Til ber t.d. at: 
·         Nýta sniglafellu og egna við keks, øli ella súreplaflusi
·         Nýta sniglaeitur, ið er jarnsulfat [Fe2(SO4)3]. Tað er ikki eitrandi fyri fugl og hópast ikki upp í náttúruni
·         Heinta sniglarnir og leggja teir í kókandi vatn ella stoyta kókandi vatn oman yvir teir
 
Lesið meira um morsnigilin í Frøði 1/ 2003, bls. 16-18. (Pdf-fíla kann takast niður her)

Dagar til endan á 2010