2010-átak - Vika 17: Várhagasólja

25. april 2010
Í apríl fer so smátt at grønka, og náttúran livnar aftur aftan á tann langa veturin. Tær fyrstu planturnar eru farnar at blóma. Ein tann fyrsta er várhagasóljan, sum blómar í apríl-mai.


Várhagasólja (Taraxacum vulgaris) er tann hagasóljan, ið blómar fyrst. Hon er longu nú farin at síggjast, og um stutta tíð stendur hon í mongd fram við vegjaðaranum. Eisini veksur hon bæði í turrum og vátum graslendi eins og í skursli og eyri. Hon er eyðkend við sínum gulu blómum, reydligu blómuleggjum og við at øll plantan hevur mjólkarsevju.
Seinni í summar, tá ið várhagasóljan avblómar, standa fruktirnar so eyðkendar við dúnmjúkum frukthárum. Fruktirnar á várhagasólju eru hærdar, so vindurin fær borið tær langa leið. Børnum dámar væl at blása kollin á várhagasólju, so hærdu fruktirnar fúka í allar ættir. Sagt verður, at ber til at blása allar av, verður veðrið gott. Summi siga tó, at talið á teimum, ið stendur eftir, bendir á talið á børnum, sum tann, ið blæsur, fer at fáa sum vaksin.

 

Dagar til endan á 2010