2010-átak - Vika 18: Vetrarsteinbrot

2. maj 2010
Nú eru planturnar í haganum eisini farnar at blóma. Vetrarsteinbrot (Saxifraga oppositifolia) er ein av teimum várblómunum, ið blómar tíðliga. Longu nú sæst hon í fullum blóma.


Vetrarsteinbrot hevur korkalittar blómur, okkurt um 1 cm stórar, ið tíðliga um várið daga upp úr kavanum. Leggurin er krúpandi við smáum sevjumiklum bløðum. Hon veksur í mosa, í skursli millum klettar og í homrum bæði ovarlaga og niðarlaga. Vetrarsteinbrot blómar longu í apríl-mai, og hon er tann blómuplantan, ið veksur longst norðuri á norðaru hálvu. Millum annað er hon at finna í Norðurgrønlandi á breiddarstigi 83oN. Sjey sløg av steinbroti vaksa í Føroyum.
Í fjør var fyrsta skrásetingin, sum Náttúrugripasavnið fekk av vetrarsteinbroti, gjørd 5. apríl. Útlitini eru tí góð fyri at síggja vetrarsteinbrot í blóma í haganum júst nú. Vit frætta fegin frá fólki, ið hava sæð vetrarsteinbrot ella aðrar plantur, sum standa í blóma. Farið inn á "Skráset plantu!" og skrásetið tær plantur, ið tit hava sæð!

Dagar til endan á 2010