2010-átak - Vika 19: Húsmús

9. maj 2010
Húsmús (Mus musculus) er grá-grábrún við ljósari búki. Kroppurin og halin eru á leið líka long og músin vigar millum 12-28 g. Í mun til skógmús hevur húsmús eitt innvik á baksíðuni av framtonnunum.


 

Húsmús er eitt “territoriedjór”, og økið avmerkir hon við landi. Tað kann tí ofta luktast, um húsmús hevur funnið seg til rættis í einum húsum. Húsmús er tætt knýtt at menniskjum. Á sumri heldur hon tó til uttandura, men vendir inn aftur í húsini um heystið. Hon livir væl uttan vatn og yvirlivir tí uttan trupulleikar í korngoymslum. Er nóg mikið til av føði og reiðratilfari, hórar hon eisini undan í frosti.
Húsmýs liva í familjuflokkum, við tað at honin byggir eitt reiður, har hannurin síðani kemur á vitjan í brundtíðini. Hon fær avkom alt árið, og um hon hevur ríkiligt av føði og plássi, kann hon fáa upp í 10 løgur við 3-6 ungum í hvørjari um árið. Ungarnir verða kynsbúnir, tá teir eru ein mánað gamlir.
Ein kanning av føroysku húsmúsini, sum varð gjørd av tveimum lívfrøðilesandi á Fróðskaparsetrinum í 2007, vísti at tvey undirsløg av húsmús finnast í Føroyum. Vestanhúsmús er í Hesti, Fugloy Mykinesi og Nólsoy, meðan mýsnar á Streymoynni og Sandoy eru eystanhúsmýs og ein blending millum vestan- og eystanhúsmús.

Dagar til endan á 2010