2010-átak - Vika 20: Mýrisólja

16. maj 2010
Føroyska tjóðarblóman byrjar so smátt at vakna úr vetrardvala.


Mýrisólja (Caltha paulustris) er ein vanlig sjón í mai-juni. Hon veksur, sum navnið bendir á, ofta í vátlendi, í mýrum og veitum. Aloftast innangarðs, men eisini í bøi, bjørgum og homrum har nóg nógv væta er.

Bløðini eru nýravaksin ella rund og við rundtentum jaðara. Leggurin og bløðini eru sevjumikil og sevjan er eitrandi í stórum nøgdum. Hon kann geva útbrot, um húðin verður ov nógv útsett fyri sevjuni. Eitrandi sevjan er eisini orsøk til at nógv húsdjór ikki eta mýrisólju.
Blóman hjá mýrisólju er gul og einføld. Nógv skordýrasløg finna sær føði í blómuni, og ofta eru blómurnar nærum huldar í flugum og bressum. Afturfyri fær mýrisóljan hjálp frá skordýrunum at spreiða sáðikorn út til aðrar mýrisóljur. Sáðikornið setist á skordýrið, meðan tað leitar sær føði á blómuni. Tað verður síðani borið við skordýrinum til aðrar mýrisóljublómur, og soleiðis verða blómurnar dustaðar við sáðkorni frá øðrum mýrisóljum. Skordýradusting er ein vanligur dustingarháttur hjá blómuplantum.

Dagar til endan á 2010