2010-átak - Vika 21: Terna

24. maj 2010
Terna (Sterna paradisaea) er næstseinasti ferðafuglur, sum kemur til landið. Vanliga er hon her um miðan mai, og í ár fekk Náttúrugripasavnið fyrstu skráseting av ternu 12. mai.


 

Tá ferðing umræður, er ternan heimsmeistari. Hon ferðast frá havinum kring Antarktis heilt norður til Grønland og allan vegin aftur til Antarktis - alt í alt góðar 70.000 km hvørt ár. Við eini livitíð á uml 30 ár, svarar hetta til tríggjar ferðir til mánan og heim aftur.
Ternur reiðrast í bølum kring landið, og Bergur Olsen á Havstovuni hevur seinastu sjey árini samskipað eina teljing av øllum bølunum. Í blaðnum hjá Fuglafrøðifelagnum Veingjasuð frá 2009 verður greitt frá kanningini og gongdini við ternustovninum. Vit vita um 110 bøli kring landið, og av teimum vóru tey 67 brúkt í 2009. Tey seinastu árini eru so gott sum ongar pisur komnar undan, men í 2009 kom eitt sindur undan.
Terna er einasta ternuslag, ið eigur hjá okkum, men kriterna (S. Hirundo), ið líkist vanligu ternuni sera nógv,hevur átt her hendingaferð. Við hvørt villast onnur ternusløg henda vegin, t.d. varð ein vonghvít svartterna (Chlidonias leucopterus) alt summarið í ternubølinum í Kaldbaksbotni í 2008.

Dagar til endan á 2010