Nú blómar søtur urtakervil í plantufrøðiliga urtagarðinum á Debesartrøð.
Søtur urtakervil (Myrrhis odorata) hoyrir til skjólurtaættina. Í hesi ættini eru fleiri kendar kryddurtir, eitt nú dild, persilla, hvonn og kumman. Urtakervil er vanliga 50-100 cm til støddar, men kann gerast upp í 2 m høgur. Bløðini hava langan stelk, eru mjúkhærd og oftast silvurskyggjandi. Tíðum eru stórir hvítir blettir á bløðunum, sum líkjast fuglaskvetti.
Søtur urtakervil hevur søtan, lakreskendan anga. Hann blómar vanliga í juni-juli, og blómurnar eru hvítar og smáar, 2-4 mm í tvørmáti. Fruktirnar eru myrkabrúnar og avlangar við nógvum foyrum, Longdin á fruktini er 15-25 mm.
Upprunaliga varð søtur urtakervil plantaður í urtagørðum í Tórshavn, men síðani er hann vilstur út millum garðana. Hann veksur eisini aðrastaðni í Føroyum.