Í heyst, eins og undanfarin ár, verður Savnsfagnaður á teimum fýra stóru søvnunum í Havn, Nátturugripasavninum (Jarðfeingi), Sjósavninum, Listasavninum og Fornminnissavninum.
Í heystfrítíðini verður opið fyri almenninginum, og í viku 42 eiga skúlarnir tíð, 18. til 22. oktober.
Tað eru aftur hesa ferð 4., 5. og 6. flokkarnir, sum høvuðsdenturin verður lagdur á.
Tá flokkarnir koma at vitja framsýningarnar, fáa tey rundvísing, og uppgávur verða at loysa, bæði sum flokkur og sum einstaklingar. Møguliga verða eisini onkur kapping, sum allir vitjandi flokkar kunnu taka lut í. Í fjør var t.d. kapping um hvør flokkur kundi framleiða mest orku við motiónssúkklu.
Í fjør vitjaðu fleiri hundrað børn í aldursbólkinum í skúlavikuni, og vóru lærarar og næmingar sera væl nøgd.
Tekning til savnsvitjaninar fer fram tíðliga í heyst, stutt eftir skúlabyrjan, so tað ber til hjá læraranum at gera savnsvitjanina til ein part av lestrarætlanini, t.d. er upplagt at nýta vitjanirnar á Náttúrugripasavninum og Sjósavninum í náttúru- og tøknilærugreinunum, vitjanir á Fornminnissavninum í søgu og kristni og vitjanir á Listasavninum kunnu nýtast í fleiri lærugreinum, t.d. bæði í føroyskum og myndlist. Tað er LMS (Landsmiðstøðin fyri undirvísingaramboðum) sum samskipar vitjanirnar. Tað verður lagt soleiðis til rættis, at ein flokkur hevur møguleika at vitja tvey søvn sama dag.
Avmarkað pláss er til vitjanir, av tí at ikki meir enn tveir flokkar kunnu vitja í senn á søvnunum og á onkrum savni bara ein flokkur í senn. Flokkarnir, sum tekna seg fyrst, fáa pláss fyrst.
Um tit vilja hava upplýsingar um framsýningarnar ber til at seta tykkum í samband við savnslærararnar á ymsu søvnunum:
Verkætlanini er eitt samstarv millum hesar stovnar: Jarðfeingi, Náttúrugripasavnið, Sjósavnið, Listasavnið, Føroya Fornminnissavn, Skúlabókagrunnin og LMS.