2010-átak - Vika 23: Teisti

6. juni 2010
Teisti (Cepphus grylle) er ein av teimum smærru sjófuglunum um okkara leiðir. Hann er at finna yvir alt í Norðuratlantshav og verður skipaður í fleiri undirsløg. Undirslagið í Føroyum kallast C. g. faeroensis og er minni enn undirsløgini í eitt nú Norra og Bretlandi. Teir kennast eisini frá øðrum teistum við tað, at hvítu fjarðarnir á veingjunum eru dimmari niðri við fjaðurleggin.


Í bútíðini er teisti heilt svartur um allan búnan, burtursæð frá eini breiðari hvítari rípu á veingjunum. Nevið er eisini svart, men beinini reyð. Um veturin er teisti heilt ljósur; bakið og veingirnar eru áleið líka litt sum í bútíðini, men høvdið er gráhvítt, og búkurin hvítur. Ungfuglurin hevur svartar blettir tvørtur um hvíta litin á veingjunum, og er sum heild dimmari enn vaksni fuglurin í vetrarbúna.

 
Teisti er tættari knýttur at strendrunum enn hinir svartfuglarnir. Hann fjalir reiðrið væl í urðum, rivum og gjótum í berginum, eins væl og í stórum grótgørðum. Bøgan leggur aloftast 2 egg, og reiðrini eru vanliga spjaddari enn hjá hinum svartfuglunum. Teisti er ein av teimum fáu fuglunum, ið reiðrast á Surtsey í Íslandi.
 
22. mai sendu Helena Dam á Neystabø, mentamálaráðharri, og Annika Olsen, umhvørvismálaráðharri, í samstarvi við Náttúrugripasavnið, postkort út til allar borgarstjórar í Føroyum. Postkortini kunnu síggjast her.

Dagar til endan á 2010