2010-átak - Vika 24: Føroyaskøra

13. juni 2010
Ein av teimum vanligu plantunum at síggja hesa ársins tíð er føroyaskøra (Alchemilla faeroensis).


Føroyaskøra hoyrir til rósuættina. Bløðini eru lutfalsliga stór og formaði sum ein hond við 7-9 fingrum. Innasti triðingurin av fingrunum er samanvaksin og millum annað hetta eyðkennir føroyaskøruna í mun til hini trý skørusløgini hjá okkum – mikilskøra, sjeyskøra og hvasstent skøra. Fremsti parturin av blaðnum er djúpt tentur, men inn í millum ‘fingrarnar’ er kanturin slættur.

Føroyaskøra blómar í juni-juli og blómurnar eru grøn-gular, smáar og sita tætt saman. Tær hava ein ráman anga.

Føroyaskøra veksur í rókum, í homrum og skursli og er vanlig kring landið. Hon varð fyrst funnin í Føroyum, og hildið var tá, at hon var serføroysk, men seinni varð hon eisini staðfest í Íslandi.

Dagar til endan á 2010