![]() |
Nevið á ungfugli er lítið og litleyst, men við aldrinum broytir tað skap og fær sterkari litir – blátt, gult og reytt. Gamal fuglur í vetrarbúna hevur eisini lutfallsliga lítið og litleyst nev, tí uttasta hornskónin á nevninum verður kastað av. Tó er nevið størri enn hjá ungfugli, og lundi er 4 ára gamal, áðrenn nevið er fullvaksið.
Lundapisa livir mest av nebbasild og hvítingsbróðri, men gamal lundi hevur eina fjølbroyttari matarskrá við t.d. smáum høgguslokki og krill afturat.
Hesa seinastu tíðina er nógvur deyður lundi funnin í fjøruni kring landið. Fuglurin er sera rak, og er helst deyður í hungri, men júst hví hann er blivin so rak, vita vit ikki. Frá fiskimonnum hava vit fingið at vita, at nógv er til av nebbasild, men av eini ella aðrari orsøk fær lundin ikki fatur á henni. Lundi kavar ikki serliga djúpt eftir føði, og ein møgulig forkláring er, at nebbasildin heldur til á ov stórum dýpi. Ein onnur forkláring er at nýkomni makrelurin etur nebbasildina frá sjófuglinum. Hetta eru tó bert gitingar.
Lundastovnurin er í støðugari minking. Lítið er komið undan av lundapisum seinastu fimm árini, og í ár er eisini nógvur gamal lundi deyður, so hetta árið verður helst eisini sera vánaligt.