Snjósólja trívist best undir køldum og turrum umstøðum, og tí er hon avmarkað til teir køldu fjallatindarnar í Suðureuropa, Norðurlond, Svalbard, Jan Mayen, Eysturgrønland, Ísland og Føroyar. Í Føroyum er hon oftast funnin omanfyri 600 m.
Fyri at kunna fullføra fræbúningina í kalda umhvørvinum, har hon veksur, er neyðugt at økja um hitaførið; og tað ger plantan við at skifta lit. Tann unga blóman er hvít, men eftir gitingina broytir blóman lit til myrkareytt. Tann dimmi liturin heldur betur upp á hitan og ger, at hitin inni í blómuni økist og verður hægri enn lufthitin. Á hendan hátt kann fræbúningin betur fullførast.
Sjóvar kommuna er kosin at vera verji hjá snjósólju, tí hon veksur á hægstu fjøllunum í kommununi.
Snjósólja blómar í mai-juli, og skuldi tú verið so heppin at sæð eina snjósólju ella eina og hvørja aðra blómandi plantu, ert tú vælkomin at skráseta hana
her.