2010-átak - Vika 27: Grágás

4. juli 2010
Grágás (Anser anser) er víða um í Evropa og Ásia og vanliga syðri enn onnur gásasløg. Hon er sum heild flytifuglur, tó summa staðni flytur hon bert í nærumhvørvinum ella støðast í fleiri ár, men flytur hendinga ár.


Grágás (Anser anser) er víða um í Evropa og Ásia og vanliga syðri enn onnur gásasløg. Hon er sum heild flytifuglur, tó summa staðni flytur hon bert í nærumhvørvinum ella støðast í fleiri ár, men flytur hendinga ár. Á vári og aftur á heysti síggjast tíðum grágæs í Føroyum, sum hoyra til íslendska stovnin. Hesar ferðast suður til Bretlands í vetrarvist, og flokkarnir, sum síggjast í Føroyum, kunnu vera upp í nakrar hundrað fuglar. Uttanlanda eru flokkar sæddir upp í 25.000 fuglar.

Grágás reiðrast frá í apríl og mai. Hon verpur á lyngheiðum, tí her fær hon besta skjólið at fjala seg í, men hon kann eisini gera sær reiður aðrastaðni. Størsta lyngøki í Føroyum er økið kring Toftavatn, og her síggjast eisini størstu grágásaflokkarnir.
Grágásin er plantuátari burturav, og grøs og aðrar eingjarplantur standa ovast á matarlepanum. Henni dámar væl á nýdyrkaðum bøi, og hon kann eisini leggjast eftir eplum. Av hesi orsøk er hon ikki serliga væl dámd millum bøndur.
Grágás hevur verið oydd í Føroyum í nógv ár, men síðstu 35 árini er stovnurin vaksin, og í 2006 varð hann mettur at vera einar 2000 fuglar. Av hesum eru uml. 250 pør, sum eiga í Føroyum. Í fleiri londum verður grágásin veidd, men í Føroyum er hon friðað.
 
Í samband við 22. mai, dagin fyri lívfrøðiligt margfeldi, fekk runavíkar kommuna postkort við grágás.

Dagar til endan á 2010