![]() |
Vanligur heiðalyngur veksur á heiðalendi, serliga á suðurvendum fjallasíðum. Hann tolir tó ikki serliga væl kulda og hvørvur longu í 200 metra hædd. Blómingin er fyri í augustmánaði, og blómurnar eru ljósareyðar og klokkuvaksnar.
Moldin í føroysku lyngheiðunum er ikki eins súr og moldin í eyðkendum lyngheiðum í okkara grannalondum við klokku- og berjalyngi sum alráðandi lyngplantum. Lyngplantur eru lagaðar til eitt lív í súrari mold við lítið av føðslusøltum. Fyri at fáa nóg nógv føðslusølt til vegar í fátæku moldini, er heiðalyngurin í samværi við soppum. Soppurin veitir heiðalynginum føðslusølt, og aftur fyri fær soppurin sukur frá heiðalynginum. Tílíkt samband millum planturøtur og soppar kallast sopprøtur (mycorrhizae) og er at finna hjá flestum plantum.
Í Føroyum eru heiðalendi bert á suðurvendum fjallasíðum á størstu oyggjunum. Tey størstu lyngøkini eru við Toftavatn og Sørvágsvatn.
Lyngheiðar eru eitt tilhaldsstað, sum fleiri djórasløgum dámar væl, t.d. grágás, lógv og bláari svartaklukku.
Í sambandi við 22. mai, dagin fyri lívfrøðiligt margfeldi, fekk Vága kommuna postkort við heiðalyngi.