Plantur

Á plantuøkinum er tað serliga sambandið millum vøkstur og veðurlag, ið dentur verður lagdur á at kanna. Í hesum høpi verður luttikið í eini altjóða granskingarætlan: ITEX = International Tundra Experiment.

Ein støð er sett upp á Sornfelli til at fylgja við í hesum. Harumframt eru sett upp stik, somuleiðis á Sornfelli, so til ber at fylgja við í, hvat árin seyðabit hevur á plantuvøkstur.

Av størri granskingarverkætlanum, sum hava verið gjørdar á økinum, kunnu nevnast verkætlan um vakstrarsøguna, ið røkkur frá ístíðini fram til okkara tíð, og ein verkætlan, ið hevur til endamáls at kannað sambandið millum veðurlag og fjallavøkstur.

Djór

Náttúrugripasavnið luttekur í fleiri norðurlendskum og altjóða verkætlanum og kanningum, eitt nú hvalateljingum og royndum við at seta fylgisveinasendarar á hval og kóp.

Ein annar partur av arbeiðinum á økinum er at ráðgeva í hvala- og fuglaveiðu- og øðrum djóraspurningum, kanna skordýr og onnur djór, umframt havsúgdjór. Tey seinastu 20 árini er stórur dentur lagdur á hvalakanningar, oftast við altjóða luttøku.

Visjón

Vit hava sett okkum fyri:

  • at granska meira og breiðari
  • at fáa betri frøðiligt umhvørvi
  • at raðfesta altjóða samstarv hægri
  • at samstarva við aðrar stovnar
  • at góðskumeta vísindafólkini
  • at ráðgeva og undirvísa í sambandi við bachelor, ph.d. o.a.