Náttúran í Norðri - útlitini fyri 2010

Alttjóða samfelagið - og soleiðis eisini Norðurlond - hava bundið seg til at steðga tapið av lívfrøðiligum margfeldi innan 2010. Hetta er samstundis eisini eitt av høvuðsendamálunum í norrønu umhvørvisvirkisætlanini 2005-2008.

Náttúran í Norðri – útlitini fyri 2010 er ein samnorrøn upplýsingarverkætlan um lívfrøðiligt margfeldi. Høvuðsendamálið við verkætlanini er at kunna um gongdina í náttúruni í Norðri.

Øll kunning fer fram á internetinum. Teldutøk faktabløð, ið lýsa ymisk evni, verða at finna her á síðuni á føroyskum.

 

Endamál við verkætlanini

Endamálið við verkætlanini Náttúran í Norðri - útlitini fyri 2010 er at lýsa og siga frá lívfrøðiligum margfeldi í Norðurlondum. Hetta verður gjørt við dømum úr luttakandi londum, ið lýsa støðuna og gongdina í samband við lívfrøðiligt margfeldi.

Grundarlagið undir kunningini eru dátur, ið eru savnaðar og settar saman av verkætlanarbólkinum. Tilfarið er grundað á reyðlistar, hóttar náttúrutýpur, indikator- og lyklatøl og gongdina annars í nærumhvørvinum. Eisini verður dagført tilfar úr bókini Nature in Northern Europe - biodiversity in a changing environment (Nord 2001:13) brúkt.

Verkætlanin skal eisini royna at finna orsakir til broytingar í lívfrøðiliga margfeldinum og gera uppskot til tiltøk, ið hava støði í norðurlendskum royndum, fyri at steðga og fyribyrgja tapi av lívfrøðiligum margfeldi í framtíðini.

Verkætlanarbygnaður og -luttakarar

Verkætlanarleiðsla er á finsku umhvørvisstovuni SYKE í Helsinki. Samskiparar úr luttakandi Norðurlondum mynda verkætlanar leiðslubólkin. Arbeiðsbólkar í Nordisk Ministerråd hava eftirlit við verkætlararbeiðinum.

 

Luttakandi stovnar og samskiparar

Danmark: By- og landskabsstyrelsen,Tine Nielsen Skafte

Føroyar: Føroya Náttúrugripasavn, Herborg Nyholm Debes, herborgnd@ngs.fo

Grønland: Grønlands Repræsentation i København, Peter Nielsen

Ísland: Umhverfisstofnun, Karl Karlsson

Norra: Direktoratet for naturforvaltning, Sissel Rübberdt

Svøríki: Naturvårdsverket, Anna Lind

Finland: Finlands miljöcentral SYKE, Sonja Forss

 

Aðrar upplýsingar

Verkætlanarleiðari: Marja Pylvänäinen, Finlands miljöcentral SYKE, tlf. +358 400 148 688, teldupostur: marja.pylvänä;inen@ymparisto.fi

Skrivari: Sonja Forss, Finlands miljöcentral SYKE, tlf. +358 40 3567 553, teldupostur: sonja.forss@ymparisto.fi