Restoration of damaged Ecosystems in the Nordic countries

Føroya Náttúrugripasavn luttekur í norðurlendskum samstarvi, ið kallast ReNo. ReNo er stytting fyri Restoration of damaged Ecosystems in the Nordic countries. Endamálið við samstarvinum er at økja vitanina og førleikan innan umvæling av skaddum vistskipanum; hetta skal verða bæði fólki og náttúruni til gagns. Heilt stutt er endamálið við samstarvinum at førleikamenna, uppstiga og menna tað arbeiðið innan umvæling av náttúru, ið longu er í gongd. Hetta verður gjørt við at sameina royndir og vitan, ið londini hava um umvæling av náttúru og eisini gransking inna økið. Eitt aðalmál hjá ReNo er at knýta samband millum fólk innan nógv ymisk øki og yrki soleiðis, at vit við samstarvi kunnu læra av hvørjum øðrum fyri at røkka bestu úrslitunum.

Meira fæst at vita um RENO á www.reno.is.