Ringmerkingaratlas

 

Ringmerking hevur tey seinastu uml. 100 árini verið eitt sera týdningarmikið amboð í fuglagranskingini. Ringmerkingar kunnu m.a. siga okkum aldurin á tí einstaka fuglinum, eins væl og ferðingarmynstrið hjá teimum ymisku fuglasløgunum. Eingin hevði t.d. varhugan av, at tær hálvtomu grágæsnar, sum gingu í Marknagili í Havn í 1980-árunum, ferðaðust í onnur lond um veturin, fyrr enn ein ringmerkt grágás varð skotin við Inverness í Skotlandi og ein onnur í Esbjerg.

Hans Rudolphi vitjaði í Tórshavn á sumri 1912, og hann ringmerkti tá 45 likkuskurar (t.e. ungar hjá likku). Hesir skurar eru teir fyrstu fuglarnir, vit vita um, sum eru ringmerktir í Føroyum. Tað komu fráboðanir aftur um tríggjar av skurunum; ein fráboðan kom úr Mineto í Portugal, ein úr Casablanca í Marokko og ein úr Eysturoynni. Hóast vit í dag hava ringmerkt uml. 4000 likkur, so er mynstrið tað sama sum við teimum fyrstu trimum fráboðanunum. Tær flestu av teimum føroysku likkunum flúgva til Spania, Portugals og Marokko um veturin, meðan nakrar heilt fáar verða verandi í landinum alt árið.

Danmark var tað fyrsta landið í heiminum, ið fór undir at ringmerkja fugl, soleiðis sum vit kenna tað í dag. Tað var í 1899, at Hans C.C. Mortensen ringmerkti teir fyrstu fuglarnar í Danmark.

Grunnur Aage V. Jensens hevur stuðlað Zoologisk museum í Keypmannahavn við peningi, og tað skal í samstarvi við Náttúrugripasavnið skriva eitt ringmerkingaratlas eins og tey, ið vit kenna frá okkara grannalondum. Allar afturmeldingar av teimum uml. 100.000 fuglunum, sum eru ringmerktir her, fara at verða viðgjørdir vísindaliga, og allar fráboðanir vístar á kortum og talvum. Arbeiðið verður væntandi liðugt á vári 2011 og verður tá helst útgivið sum eitt serprent av Dansk Ornithologisk Forenings Tidsskrift.

 


Um tú hevur sæð ella fingið fatur á ringmerktum fugli, vilja vit fegin frætta frá tær. Tú kanst venda tær til Náttúrugripasavnið á telefon 35 23 00, teldupost: gunnvort@ngs.fo ella til Jens-Kjeld Jensen á telefon 32 70 64, teldupost: nolsoy@gmail.com.