Lykilin og hamarin

 
DSC_3246.JPG

Einaferð var nógv at gera í smiðjuni á hvalastøðini við Áir. Tá ið virksemið helt uppat, fór øll støðin í vanrøkt. At enda var næstan øll tann langa lonin við eldsmiðjuni niðast við fjøruna, mekaniska verkstaðnum í miðjuni og bøkjara- ella tunnuverkstaðnum ovast, niðurtikin. Bara smiðjan stóð eftir. Har vóru essa og amboltur, sleggjur, tengur og annað mangt.

Smiðir, sum arbeiddu á einari hvalastøð, høvdu altíð úr at gera. Teir umvældu amboð og útgerð, rættaðu út harpunir frá hvalabátunum, sum ofta bognaðu í hvalinum. Til hetta kravdist gott handalag, og gjarna smíðaðu smiðir síni egnu amboð.

Hvalastøðin við Áir stendur millum Ánna við Áir og Hamrá, og lendið er upprunaliga partur av festinum í Veggi í Hósvík. Í einari kavaódn í 1979, vóru bóndin Magnus Hamrá og versonurin Dánjal Jákup í Brekkunum farnir at geva seyðinum, sum stóð og krokaði niðri á støðini. Onkuntíð høvdu teir seyðin standandi inni í Gamla Spikkókarínum, eitt av teimum stóru húsunum á støðini. Har stóð jú alt víðopið. Rakstrarhoyggj høvdu teir fingið frá Hans Petur, pápa Dánjal Jákup, og tað koyrdu teir inn í bøkjaraverkstaðin, sum bara stóð og heyk uppi.

Har inni lá hesin stóri, fíni lykilin, sum passaði til lásið. Magnus tók hann við sær til hús, og har hekk hann heima í stovuni í Hósvík. Burtur skuldi hann so ikki. Har lá eisini ein hamari, ella lítil sleggja, sum var úr smiðjuni. Hana hevði Magnus liggjandi í seyðahúsinum. Heldur ikki hon skuldi burtur.

Árini gingu, og støðan á hvalastøðini versnaði. So ein dagin í 2011 varð avgerð tikin at seta hana í stand aftur. Arbeiðið fór í álvara í gongd  í 2012, og tann langa lonin varð sett upp aftur í 2018. Tá segði Dánjal Jákup, at nú skuldu tingini aftur, har tey vóru komin. Lykilin kom aftur, men lásið er burtur. Tó er hann eitt minnið um eina farna tíð. Tann lítla fitta sleggjan kom eisini aftur, har hon hevur heima saman við øllum hinum í smiðjuni.

Magnus Hamrá plagdi at taka til: “Hetta er sleggjan hjá Karli”. Tað var sum hann visti, at hon fór inn aftur í Áirnar. Smiðurin var Karl Olsen, Karl við Áir, onkuntíð eisini nevndur Svarti-Karl, tí at hann sá út sum ein rættur smiður. Hann búði í Hvalvík og var ættaður úr Havn.

Ting koma aftur, vísir tað seg. Javnan koma góðir gripir, kort, tekningar og amboð aftur á hvalastøðina, og ikki minst myndir. Smiðjan innan verður eitt tað fyrsta, sum skal setast í stand. Har eru tengur og annað hjá smiðum, men essan er vánalig. Okkurt má gerast. Fólk hava søguligt medvit og vísa ábyrgd fyri fortíðini. Fólk síggja at tað, sum tey hava goymt væl heima við hús, fær betur gagn, har tað hevur sín uppruna. Lykilin og sleggjan komu aftur at vera millum Ánna við Áir og Hamrá. Tað er gott.

Men fyrsta lykilin til hvalastøðina, átti omma Magnus Hamrá, Súsanna Joensen, ættað av Strondum. Tað var hon, sum gav fyritøkuni Chr. Salvesen & Co. í Leith í Skotlandi loyvi at seta hvalastøðina upp í 1905 millum áirnar við Áir. Søgan er góð, tí treyt varð sett við, at fólk kundu keypa hvalatvøst á støðini. Leygardagin tann 18. mars 1905, stóð skrivað í Dimmalætting:

“Selskabet har indgaaet Lejekontrakt med Kongsbonde Magnus Joensens Enke i Thorsvig om Grund til Hvalstationen. Denne Kontrakt er stadfæstet af Godsbestyrelsen paa forskellige nærmere Vilkaar, blandt hvilke kan nævnes en Bestemmelse om: At Selskabet skal være forpligtet til at afhænde Hvalkød til Beboerne i Thorsvig og de nærmeste Bygder paa begge Sider af Sundet for en Pris, som fastsættes af Amtmanden efter Forhandling med Selskabets Bestyrelse.” 


 
Previous
Previous

Snultivespan úr suðuroy

Next
Next

Træhesturin úr Kvívík